- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Benny Ejdesgaard er 58 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Benny er millum annað útbúgvin sum Dekoratør innan sjónliga marknaðarføring í menningardeildini hjá Lego.
Seinni bleiv hann útlærdur koyrilærari, og seinastu átjan árini hevur hann rikið egnu fyritøkuna koyrilærarin.fo
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Benny frá síni bakgrund og ymiskum hendingum, ið hava myndað hansara áhugaverdu og fjølbroyttu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











