- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen er fødd í 1963 á Toftum, uppvaksin á Strondum og búsitandi í Havn.
Hon er útlærd arkitektur og ein av stovnarunum og leiðarunum hjá MAP arkitektum. Heidi er eisini limur í nevndini hjá Føroya Arkitektafelag.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Heidi millum annað frá uppvøkstrinum á Strondum, ungdómstíðini í Havn og frá lestrartíðini í Keypmannahavn.
Eisini verður prátað um burðardyggan arkitektur og ymiskar verkætlanir, ið hava myndað hennara áhugaverdu yrkisleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











