- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Jóhann Mortensen er føddur í 1950 í Havn, har hann eisini vaks upp.
Jóhann er útbúgvin journalistur og hevur starvast í Útvarpinum og Kringvarpinum í 36 ár. Áðrenn tað var hann blaðmaður á Sosialinum í 6 ár.
Frá 1995 til 2008 var hann tíðindaleiðari í útvarpinum, men annars er hann helst best kendur fyri náttúru og mentannarsendingar. Í meir enn 17 ár gjørdi hann vælumtóktu sendirøðina Frítíð og náttúra.
Hóast Jóhann er farin frá vegna aldur, framleiðir hann enn sendingar í útvarpinum. Nýggjasta sendirøðin er ein spurnaðarkapping um kvæði og føroyskan dans, ið er skipa millum dansifeløg í føroyum.
Harumframt er Jóhann sera virkin á nógvum ymiskum økjum. Hann er millum annað formaður í Skógfriðingarnevndini, limur í staðbundnu Kaldbaksnevndini og virkin í áhugabólkinum Varveitið fríøkið við Sandá.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











