- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Diana Gilstón er 59 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Hon er útbúgvin innan leiðslu og starvsfólkaviðurskiftið og starvast sum deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Taks.
Diana er eisini virkin kórsangari og seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Havnarkórinum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Diana millum annað frá síni familju og bakgrund, uppvøkstrinum á Hornabø og frá yrkisleiðini í Keypmannahavn, London og í Føroyum.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)