- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Gudmund Helmsdal Nielsen er føddur í 1972 á Saltnesi, uppvaksin í Leynum og búsitandi á Signabø.
Hann hevur eina Master í Filmsvísindi, og starvast fulla tíð sum sjálvstøðugt vinnurekandi í fyritøku síni, Helmsdal Media, innan filmsframleiðslu í Føroyum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Gudmund frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Leynum umframt ymiskum hendingum og upplivingum á síni lívsleið, sum hevur verið merkt av einum ovurstórum áhuga fyri filmi.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)