Brunsj

Brunsj við Mariann Mikkelsen
03-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum

Mariann Mikkelsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Oyra, nøs og háls deildini á Landsjúkrahúsinum. Hon hevur áður starvast sum sjúkrarøktari í Grønlandi, í Danmark og á boriplatformi í off-shore vinnuni.  

Mariann hevur ferðast víða og uppliva nógv í sínum 51 ára langa lívi. Hon hevur verið skiftisnæmingur í USA, gingið á málskúla og ferðast runt í Guatamala, siglt við seglbáti frá Puerto Rico til Thyberøn í Danmark, siglt við sluppunga av Sandi til Svalbard, og við seglbáti runt á Miðjarahavinum. 

Mariann er útbúgvin heimaskipari og hevur dykkaraprógv. Hon hevur eisini ferðast og dykkað nógva staðni í heiminum. 

Mariann bleiv góðkend til ætlleiðing sum støk, tá hon var 39 ára gomul. Í tíggju ár stóð hon á bíðilista, men fyri tveimum árum síðan eydnaðist tað henni at blíva mamma til nú fýra ára gomlu dóttrina Akanshu Sofíu, sum er fødd í India. 

Eyðfinn Jensen er vertur. 

 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..

Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo

Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

Sent varð beinleiðis úr Stóru stovu á søguliga Kirkjubøargarðinum, har Jóannes er uppvaksin og búsitandi.
05-02-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima í Fútalág í Havn, har Elisa býr saman við manni sínum Høgna og teirra trimum børnum.
29-01-2022
Marianna er lærari og rithøvundur, og í løtuni frammi við nýggjum pørtum av útvarpssendinrøðini “Minnismyndir”, sum verða sendar í útvarpinum hvønn sunnudag kl. 13.10.
22-01-2022
Sent varð beinleiðis av Traðarvegi í Havn, har Reiley arbeiðir og býr, tá hann vitjar foreldur síni í Føroyum.
15-01-2022
Sent var beinleiðis úr Djóni í Geils gøtu í Havn, har Bogi hevur búð síðan í summar, tá hann flutti aftur til Havnar aftaná at hava búð í 25 ár á Velbastað.
18-12-2021
Sent varð beinleiðis av Heiðavegi í Havn, har Ása hevur búð síðan 1976.
11-12-2021
Sent varð beinleiðis av Skotarók í Havn, har Jógvan Páll og konan Tórunn hava búð síðan 1992.
04-12-2021
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Elini, í Magnus Heinasonargøtu í Havn, í húsinum, sum hon ognaði sær í summar.
28-11-2021
Sent varð beinleiðis úr Hvannasundið, har Livar býr saman við konu síni, Svannu, trimum døtrum og abbadóttrini.
20-11-2021
Sent varð beinleiðis úr "fínu stovu" í húsunum, Heima úr Stovu, í Hvalba, sum Guðrun og tríminningurin Johan Holm Simonsen hava keypt og inrættað til mikro-hotel.
15-11-2021
Sent varð beinleiðis av Hákunargøtu í Hoyvík, har Elmar býr saman við konuni, Tórunn, trimum børnum og hundinum Bruno
06-11-2021
Maud Wang Hansen er útbúgvin námsfrøðingur og kandidat í burðardyggari leiðslu frá Fróskaparsetrinum, og so er hon nýsettur stjóri á Mat & Moldmentanarháskúlanum á Sandi.
30-10-2021