Radio Salt

Café Salt 1: Ein kunnandi og undirhaldandi beinleiðis sending
25-11-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.

Hetta er skráin fyri sendingina, ið send varð beinleiðis úr Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri mikukvøldið 24. november 2021. Eisini varð sendingin stroymd á salt.fo/live og youtuberásini hjá Salt;
Símum Berg og Poul Laust Christiansen tóku sær av tí.

Eyðun Nolsøe bjóðar seks sangir og rættiiga tíðliga í sendingini spælir hann sín fyrsta.

Borgarstjórarnir á Tvøroyri og í Vági, Kristin Michelsen og Bjarni Johansen, greiða frá sínum kommunum og tankum um Suðuroynna.

Sally Perez Poulsen, dansilærari, tosar um sítt lív og leiðir okkum út á gólvið til ein latín-amerikanskan dans við tónleiki eftir Marc Anthony (dansurin kann síggjast á salt.fo/live og youtuberásini hjá Salt, har sendingin er tøk).

Tríggjar fótbóltskvinnur frá felagsliðnum í Suðuroynni, sum er flutt upp í bestu deildina, geva okkum innlit í viðurskiftini hjá kvinnufótbólti í Suðuroynni og Føroyum sum heild:Naina Mortensen, Fámjin, Bára í Lágabø, Vágur, og Jónhild Nybo, Tvøroyri.
Undan sending høvdu vit verið til arbeiðis saman við Even Skaalum, hvalbingi, sum er kommunuarbeiðari í Havn. Frammanundan hevði hann verið bakari í 21 ár.

Noomi Midjord, sum síðan 1990 hevur búð í Svøríki, vitjar á Tvøroyri, men evnið er kostvegleiðing, ið hon hevur gjørt til sín vinnuveg.

Okkara egni Salt Café reportari ringir til tríggjar suðuroyingar fyri at fregnast um støðu teirra til kommunusamanlegging - ein av hesum trimum er Símun í Grillbúðini.

Heilt annað evni í sendingini er kaffistovu- og hotelviðurskiftini í oynni, haríroknað er ferðavinnan. Anna Mortensen, sum eigur Café Mormor, og Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum eigur Hotel Bakkan, siga frá avbjóðingum í vetrarskeiðnum; góðu undirtøkuni í summarhálvuni og tankum um framhaldið.

Suðuroyar Sjónleikarfelag spælir leikin, 'Fótur í hosu', í Salt og Ebba Malena Debes Thomsen, sum bæði er ein av høvuðsleikarunum og hjálparleikstjóri, lýsir leikin og karakterirnar. Hon vaks upp í Havn, men kom til Suðuroyar úr Keypmannahavn, har hon var útbúgvin sjónleikari. Hesum greiðir hon frá; hvussu tað er at vera í Sumba og hon nertir stutt við, at pápin, sáli, var úr Froðba. Umframt samrøðuna verður eitt brot spælt úr aktuella leikinum.

At enda, áðrenn Eyðun Nolsøe spælir seinasta sangin, hoyra vit ein hermara spæla ein prest í oynni.

Næsta 'Café Salt' sendingin er sett á KvF útvarpsskránna tann 15. desember 2021 kl. 19.00. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

NB: myndin var eitt screen-shot frá stroymingini.

Radio Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023
SKEMT: Vit eru í Suðuroynni. Eitt tíðindafólk hjá KVF dyrgir eftir útsagnum og áskoðanum í tunnilsmálinum. Hvat heldur vanligi suðuroyingurin, skal Suðuroyartunnilin borast?
24-04-2023
Ein poppsangur um eitt óunniligt kærleikssamband.
24-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.
23-04-2023
19.4.23 Samrøðan viðgerð umstøðurnar hjá næmingunum á Heilsuskúlanum í Hovi, her hugsað verður um løn undir útbúgving og vantandi næmingaheim.
21-04-2023
19.4.23: Í næstum fara Mariann og Birita Johansen at spæla barnaleikin, Karius og Baktus, í Mentanarhúsinum SALT. Tær báðar eru eisini virknar í Suðuroyar Sjónleikarfelag.
21-04-2023