Café Salt

Café Salt: Havnarungdómur trívist væl á Ítróttarháskúlanum
02-03-2023
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.

Mikukvøldið varð útvarp sent frá kaffistovuni í Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi í Suðuroy. Tríggir av gestunum vóru tey trý, Hanna, Bjarni og Jóni, sum eru sera fegin um val síni at fara suður um fjørð á ítróttarháskúla. Eisini eru fordómar um suðuroyingar gjørdir til skammar.

Eitt eru ítrivini og virksemið, men sosiali hópurin og menniskjaligu bondini, sum knýtt verða á slíkum skúla, telja meira enn rørslur og útferðir, har ein teirra her í 2023 hevur verið at klintra upp á hægstu fjallatindarnar í oynni.

Hoyr hesi sera dámligu og stuttligu ungfólkini greiða frá. Eisini hoyrist eitt bandað práta við leiðaran á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, Mirjam Norðberg, ið greiðir frá skúlans endamáli og øðrum honum viðvíkjandi.

Vertur + foto: Jákup Magnussen.
 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •