Café Salt

Til gaman og álvara í Café Salt á Drelnesi
02-03-2023
Mikukvøldið hittust fólk í Mentanarhúsinum Salt til beinleiðis útvarp. Har var nógvur látur og blues-rokkur, men eisini vóru álvarsmál sum kommunusamanlegging tikin við.

Talan var um triðju ferð, at útvarpssendingin, Café Salt, varð send úr søguliga Menatanarhúsinum á Drelnesi, Tvøroyri. Nógv fólk vóru komin á gátt at hoyra Sonna Smith greiða frá sínum lívi og at hoyra Froðbiar Sóknar Blues Orkestur spæla. Men har vóru eisini aðrir samrøðugestir og undirhaldarar: Halltóra Joensen, Sumbiar Bygdaráð, og Gunnhild Mortensen, Hvalbiar Bygdaráð, søgdu frá ymisku áskoðan sínum um kommunusamanlegging. Trý ungfólk úr Havn, Jóni, Hanna, og Bjarni greiddu frá stóra trivnaðinum á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, sum er í Vági. Niels Petur Nolsøe og Arnfinnur Thomassen sungu tveir tættir; annar var um Pizzamálið í Runavík, hitt var um leysasøgur í oynni. Kirkjukórið ljómur sang tveir sangir. Gundur og Arni Johansen frá Suðuroyar Sjónleikarfelag gjørdu eina parodi uppá sandvíkingar, har bland kom í millum konuna og ærina hjá øðrum teirra, ja, hetta var eitt kvøld í Salt til gaman og álvara. Haraftrat ringdi KvF-tíðindamaðurin til Grillbúðina hjá Símuni og á seyðarætt í Hvalba at fregnast um undirtøkuna fyri at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu.


Sendingin kallast 'Café Salt' eftir kaffistovuni í Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Við sínum góða ljóði og frálíka sýni yvir á Tvøroyri er hon eisini serstøk.
 

Café Salt 3 tann 1. mars 2023. Kringvarp Føroya og Radio Salt skipa fyri.


Vertir: Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •