Radio SALT

Til gaman og álvara í Café Salt á Drelnesi
02-03-2023
Mikukvøldið hittust fólk í Mentanarhúsinum Salt til beinleiðis útvarp. Har var nógvur látur og blues-rokkur, men eisini vóru álvarsmál sum kommunusamanlegging tikin við.

Talan var um triðju ferð, at útvarpssendingin, Café Salt, varð send úr søguliga Menatanarhúsinum á Drelnesi, Tvøroyri. Nógv fólk vóru komin á gátt at hoyra Sonna Smith greiða frá sínum lívi og at hoyra Froðbiar Sóknar Blues Orkestur spæla. Men har vóru eisini aðrir samrøðugestir og undirhaldarar: Halltóra Joensen, Sumbiar Bygdaráð, og Gunnhild Mortensen, Hvalbiar Bygdaráð, søgdu frá ymisku áskoðan sínum um kommunusamanlegging. Trý ungfólk úr Havn, Jóni, Hanna, og Bjarni greiddu frá stóra trivnaðinum á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, sum er í Vági. Niels Petur Nolsøe og Arnfinnur Thomassen sungu tveir tættir; annar var um Pizzamálið í Runavík, hitt var um leysasøgur í oynni. Kirkjukórið ljómur sang tveir sangir. Gundur og Arni Johansen frá Suðuroyar Sjónleikarfelag gjørdu eina parodi uppá sandvíkingar, har bland kom í millum konuna og ærina hjá øðrum teirra, ja, hetta var eitt kvøld í Salt til gaman og álvara. Haraftrat ringdi KvF-tíðindamaðurin til Grillbúðina hjá Símuni og á seyðarætt í Hvalba at fregnast um undirtøkuna fyri at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu.


Sendingin kallast 'Café Salt' eftir kaffistovuni í Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Við sínum góða ljóði og frálíka sýni yvir á Tvøroyri er hon eisini serstøk.
 

Café Salt 3 tann 1. mars 2023. Kringvarp Føroya og Radio Salt skipa fyri.


Vertir: Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

 

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Beinleiðis sending úr SALT í suðuroyy.
03-06-2026
Kári Jespersen, søgufrøðingur, sigur, at bygdin Øðravík, sum Drelnes hoyrir til, var eitt skifti høvuðsstaður í Suðuroynni.
03-05-2026
Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026
Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
30-04-2026
Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026