Radio Salt

Sonne Smith kom í Salt at hoyra bluestónleik og greiða frá lívinum
13-03-2023
'Café Salt' 1. mars 2023: Sonne greiðir frá barnaárum, sjólívinum, fátækum korum undir lesnaði í Danmark, tíðini í Radiohandlinum, Útvarpi Føroya, og øðrum.

Á myndini sæst Sonne Smith (th) lurta eftir Froðbiar Sóknar Blues Orkestri saman við vertunum. FSBO hevði vant tveir sangir at spæla fyri Sonna hetta marskvøldið, tá útvarpið sendi frá Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri. Í baksýninum síggjast ljósini frá Tvøroyri skina gjøgnum gluggarnar í Salt.

Í sjeytiárunum heitti Útvarp Føroya á Sonna Smith um at gera tónleikasendingar fyri stovnin. Har legði hann seg eftir at spæla løg hjá bólkum sum sjáldan vóru at hoyra. Fleiri av hesum bólkum og løgum spælir Froðbiar Sóknar Blues Orkestur; eitt nú 'Muddy Water Blues' hjá Paul Rodgers, sum FSBO spældi fyr Sonna hetta kvøldið í Café Salt útvarpssendingini. Talan er um útvarp, ið javnan verður sent frá Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Tann næsta er sett á skránna 22. mars 2023.


Kvøldið endaði við seinna sanginum, sum Froðbiar Sóknar Blues Orkestur hevði vant við Sonna Smith í huga. Tað var 'Reconsider Baby', sum eisini kann hoyrast á hesari netútgávu av samrøðuni.


Café Salt 1. mars 2023.

 

Radio Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026
Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
30-04-2026
Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023