Café Salt

Nýtt Café Salt lag: 'Smirol' hjá 'Gundurs Studioorkestur í Trongisvági'
24-03-2023
Ein sangur um normallívið umborð á Smyrli. Niðurlagið lýsir oftast setta spurningin, tá tveir suðuroyingar hittast umborð á Smyrli á veg norðureftir til Havnar.

Skemt í fjórðu Café Salt sendingini 22.3.23. Gundur Johansen gjørdi sangin.

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •