- Tíðindi, mentan og ítróttur
Café Salt

Café SALT: Nýggj uppseting av Karius og Baktus
21-04-2023
19.4.23: Í næstum fara Mariann og Birita Johansen at spæla barnaleikin, Karius og Baktus, í Mentanarhúsinum SALT. Tær báðar eru eisini virknar í Suðuroyar Sjónleikarfelag.
Leikurin er bæði stuttligur og upplýsandi. Áskoðararnir kunnu uppliva eina ferð inni í einum munni, har tannrøktin verður persónifiserað við Kariusi og Baktusi.
Í innslagnum hoyra vit Biritu og Mariann Johansen spæla eitt brot úr leikinum, sum Anna Maria Sloan, vertur, tosar við tær báðar um aftaná. Eisini verður tosað um leiklistina í breiðari merking og áhugan hjá Mariann og Biritu fyri sjónleiki.
Beinleiðis av Drelnesi 19. apríl '23 í útvarpssendingini og kvøldsetuni, Café SALT, sum Radio SALT og KVF skipa fyri í felag.

Café Salt
Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021