- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio SALT

Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar um samfelagsviðurskifti.
Í sendingini sigur Viberg frá barnaárunum í Trongisvági, har saltsiloin á Drelnesi fylti rættiliga nógv, eisini í kolasøluhøpi. Í samrøðuni greiðir hann haraftrat frá sjólívinum. Men eisini frá Tvøroyri úr søguligum sjónarhorni, og hvussu bygdin spratt úr nýggju tíðini í 19. øld, tá skip vórðu keypt og menn sluppu til sjós.
Av øðrum kann nevnast kommunusamanlegging og Suðuroyartunnil, sum Viberg Sørensen hevur sínar áskoðanir um.
Gundur Johansen tosar við Viberg Sørensen. Radio SALT 15. apríl 2026

Radio SALT
Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur.










