Radio Salt

Radio SALT: Ítróttarháskúlin í Suðuroy verður stásilig miðstøð
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.

Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta verður øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla, har MAP arkitektar vunnu 1. virðisløn. Sambært stjórananum, Miriam Norðberg, verður tað eisini uppskotið hjá MAP, sum byggjast skal eftir.

Talan er um ein stóran bygning niðri við sjóvarmálan á Løðhamri í Vági, sum í fiskivinnuhøpi er rættiliga søguligur. Beint við er eitt fiskastykki varveitt og fleiri toftir standa eftir ymisk hús. Framsíðan av skúlanum hevur nógv glas, og í sjálvum sjóvarmálanum verða bæði hitastova og brúgv.

Miriam Norðberg hevur gjørt eitt stórt arbeiði at røkka so langt við ætlanini, har ein stórur norðurlendskur grunnur er viðspælari.

Jákup Magnussen tosar við Miram Norðberg um ætlanina. Radio SALT 15. apríl 2026

 

Radio Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026
Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
30-04-2026
Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023