Radio Salt

Radio SALT: Ingi Poulsen við góðum tónleiki og áhugaverdari ætlan
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.

Ingi Poulsen spælir hesar sangirnar: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr. Tað er bara at trýsta á pílin her niðanfyri. Umframt tónleikinum greiðir Ingi frá illa farna turkihúsinum, sum hann hevur keypt, og sum møguliga kann byggjast um til eitt spælistað ella annað virksemi.

32 ára gamli Ingi Poulsen fór sum 19 ára gamal niður at vera. Fyri nøkrum árum síðan koma hann heim aftur, men ikki til Vágs, tó tað nú er hent. Á leiðini suður valdi hann at støðga á í Havn at læra til timburmann. Tað fer væntandi at vera hent læra í samband við húsakeypið.

Annika B. Mortensen og Jákup Magnussen tosaðu við Inga Poulsen, sum á ungum aldri longu er ein av okkara fólkakærastu sangarum. Hann spældi seks sangir í Radio SALT 15. apríl 2026, sum áhoyrararnir tóku væl undir við.

ES: á hesari fíluni eru øll løgini hjá Inga Poulsen frá SALT, og prátini eru eisini tikin við.

 

Radio Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.

Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026
Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
30-04-2026
Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023