- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio Salt

Umboð fyri Tvørabátin vóru á gátt ónskvøldið 15. apríl í Radio SALT. Fara vit nøkur ár aftur í tíð, fóru hesar tvørakvinnur sum vanligt var runt landið við børnunum, ið róðu kapp, og ein teirra hugsaði, at tær júst tað sama kundu manna ein bát, nú tær vóru til allar stevnur kortini. So tær gjørdu og tær rógva framvegis, meðan børnini eru givin. Í ár manna tær aftur Tvørabátin og onkur nýggj er á bátinum. Tí meðalaldurin var høgur, fekk teirra manning eyknevnið 'Ommubáturin', men nú er meðalaldurin lækkaður nakað. Tær greiða í tí sambandi frá, at eftir øllum at døma hevði aldur meira at siga fyrr. Eisini á øðrum bátum er fólk rættiliga 'vaksin'.
Tær eru føroyameistarar við Tvørabátinum og spenningurin økist til nýggja stevnurárið, sum byrjar um hálvanannan mánaða. Annika Bolton Mortensen tosar við Margit Steinkross og Jónu Danielsen, og Barbara Brattalíð viðmerkir eisini.
Radio SALT 15. apríl 2026

Radio Salt
Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.











