Radio SALT

Radio SALT: Mammurnar vildu eisini sleppa at rógva
16-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.

Umboð fyri Tvørabátin vóru á gátt ónskvøldið 15. apríl í Radio SALT. Fara vit nøkur ár aftur í tíð, fóru hesar tvørakvinnur sum vanligt var runt landið við børnunum, ið róðu kapp, og ein teirra hugsaði, at tær júst tað sama kundu manna ein bát, nú tær vóru til allar stevnur kortini. So tær gjørdu og tær rógva framvegis, meðan børnini eru givin. Í ár manna tær aftur Tvørabátin og onkur nýggj er á bátinum. Tí meðalaldurin var høgur, fekk teirra manning eyknevnið 'Ommubáturin', men nú er meðalaldurin lækkaður nakað. Tær greiða í tí sambandi frá, at eftir øllum at døma hevði aldur meira at siga fyrr. Eisini á øðrum bátum er fólk rættiliga 'vaksin'.

Tær eru føroyameistarar við Tvørabátinum og spenningurin økist til nýggja stevnurárið, sum byrjar um hálvanannan mánaða. Annika Bolton Mortensen tosar við Margit Steinkross og Jónu Danielsen, og Barbara Brattalíð viðmerkir eisini.

Radio SALT 15. apríl 2026

 

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023
SKEMT: Vit eru í Suðuroynni. Eitt tíðindafólk hjá KVF dyrgir eftir útsagnum og áskoðanum í tunnilsmálinum. Hvat heldur vanligi suðuroyingurin, skal Suðuroyartunnilin borast?
24-04-2023
Ein poppsangur um eitt óunniligt kærleikssamband.
24-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.
23-04-2023
19.4.23 Samrøðan viðgerð umstøðurnar hjá næmingunum á Heilsuskúlanum í Hovi, her hugsað verður um løn undir útbúgving og vantandi næmingaheim.
21-04-2023
19.4.23: Í næstum fara Mariann og Birita Johansen at spæla barnaleikin, Karius og Baktus, í Mentanarhúsinum SALT. Tær báðar eru eisini virknar í Suðuroyar Sjónleikarfelag.
21-04-2023
19.4.23: Fyrrverandi lærarin og formaðurin í Føroya Lærarafelag, Esmar Berg, var fyrstu gesturin ónskvøldið. Hann greiddi frá Hvalba, Sandvík, og lærarayrkinum.
21-04-2023
19.4.23: Duettin Lív Næs og Tróndur Enni hevði nógv at bjóða ónskvøldið á Drelnesi. Umframt fýra nýggjar sangir høvdu tey eisini fræga gittaristin, Óla Holbæk, við sær í SALT.
20-04-2023
19.4.23: Kaffistovan í Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi var ónskvøldið karmur um kvøldsetu, ið send varð beinleiðis í útvarpinum. Tríggir av gestunum vóru TB menn.
20-04-2023
19. apríl var enn ein kvøldseta send úr Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Frægir tónleikarar, skemtarar og frásøgufólk tóku lut. Eisini spældi Tvør. Hornorkestur eitt stykki.
20-04-2023
Annie O. Eysturoy í Vági las bókmentir á fleiri málum í Salzburg, helt fram í USA, har hon m.a. undirvísti indianarum í egnum bókmentum. Men føroyska málið var eisini við.
25-03-2023