- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio SALT

Talan er um hugnalig og upplýsandi prát, sera stuttligt skemt, og góðar poppsangir, sum Ingi Poulsen spældi og sang. "Símun í Grillbúðini" og "Reportarin" vóru upptøkur, alt annað var beinleiðis. "Reportarin" setti saman eitt innslag frá rundferð í Suðuroynni, har hann í ymsu bygdunum spurdi fólk, hvat tey løgdu í hugtakið 'mentan'.
Prátini vóru áhugaverd: Miriam Norðberg frá Ítróttarháskúlanum í Suðuroy greiddi frá ætlanini um nýggjan ítróttarháskúla, sum byggjast skal á Løðhamri í Vági. Tað verður eitt stásiligt hús, sum MAP arkitektar hava teknað. Fleiri av kvinnunum á Tvørabátinum vóru á gátt at siga søguna um kendu manning sína, sum er føroyameistari, og sum heldur fram at rógva í ár. Av Tvøroyri var Viberg Sørensen komin at siga frá føroyska samfelagnum upp gjøgnum tíðina, við denti á sjóvinnuna, har hann sjálvur hevur verið báði skipari og reiðari. Hann greiddi frá barnaminnum á Drelnesi, tá skip komu við salti úr Miðjarahavinum; umframt kolinum, sum við rennistrongi á bukkum varð sjórað oman á Drelnes frá kolanámunum í Rangabotni.
Radio SALT 15. apríl 2026

Radio SALT
Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur.










