- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio SALT

Kári Jespersen, søgufrøðingur, sigur, at bygdin Øðravík, sum Drelnes hoyrir til, var eitt skifti høvuðsstaður í Suðuroynni. Har var tingstaður og vísast kann til tvey støð, har fólk vórðu tikin av døgum, eftir at dómur hevði verið sagdur.
Hann greiðir frá fólkalívi, mati og enn nýttum staðarnøvnum frá víkingatíðini. Kári Jespersen sigur, at staðarnavnið 'Drelnes' í Øðravíkarlíð er frá norrøna Trelnes, ella Trælanes, sum føroyingar vildu sagt í dag. Navnið Øðravík hevur eisini sína søgu.
Men vit avdúkað alt tað áhugaverda her, sum søgufrøðingurin hevði at siga í Radio SALT tann 29. apríl. Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna:

Radio SALT
Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur.










