- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio SALT

Radio SALT: Ung í Sumba kvøða um frísarnar
01-10-2026
Ónskvøldið 30. september 2026 vitjaðu ungfólk úr Sumba sendingina Radio SALT, sum av og á verður send frá Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
Hesi ungu valdu at kvøða okkum søguna um frísarnar í Akrabergi. Lurtarar hava nevnt, at hetta var eitt av hástøkkunum tað kvøldið í Øravíkarlíð. Men hóast tey eru ung, so eru ikki øll teirra óroynd. Til dømis var samrøða gjørd við Britt Jónsdóttir, sum eisini vitjaði Radio SALT í 2023. Hetta kvøldið var hon ein teirra, sum skipaði vísuna um frísarnar. Haraftrat var samrøða gjørd við Andreu Gilstón Danielsen, sum leiðir venjingarnar hjá ungu spírunum.

Radio SALT
Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur.
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026
Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
30-04-2026
Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023
SKEMT: Vit eru í Suðuroynni. Eitt tíðindafólk hjá KVF dyrgir eftir útsagnum og áskoðanum í tunnilsmálinum. Hvat heldur vanligi suðuroyingurin, skal Suðuroyartunnilin borast?
24-04-2023
Ein poppsangur um eitt óunniligt kærleikssamband.
24-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.
23-04-2023











