Radio SALT

Radio SALT 30.9.26: Tróndur og Lív høvdu børnini og tveir vinmenn við sær
01-10-2026
Eitt av løgunum sungu børnini, Sól og Dagur, saman við foreldrunum, meðan Óli H. Mortensen og Kristian P. Ellefsen lótu gittar- og klaverspæl til heildina.

Tilsamans spældu og sungu tey fimm sangir. Lív og Tróndur vitjaðu fyri nøkrum árum síðan Radio SALT, tá einasta ljóðførið var ein akkustiskur gittarur. Tann sama gittarin spældi Tróndur aftur hesa ferð, men aftrat honum vóru eisini Kristian Pauli Ellefsen, tangentar, og Óli Holbæk Mortensen, gittar. Hetta gav eina størri ljóðmynd við størri fyllu eisini.


Tey fimm løgini er løgd saman í eina heild og kunnu hoyrast her:

 

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026
Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
30-04-2026
Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023
SKEMT: Vit eru í Suðuroynni. Eitt tíðindafólk hjá KVF dyrgir eftir útsagnum og áskoðanum í tunnilsmálinum. Hvat heldur vanligi suðuroyingurin, skal Suðuroyartunnilin borast?
24-04-2023
Ein poppsangur um eitt óunniligt kærleikssamband.
24-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.
23-04-2023