Radio SALT

Radio SALT: Prát um nýggju Kafé Tvørá og abba Toda Jónsson
02-10-2026
Todi Jónsson og Poulina Øregaard Isaksen hava latið upp kaffi- og matstovu á Tvøroyri. Og saman við Toda kom Einar Larsen í Radio SALT at greiða frá serligari hending.

Meðan Todi var í útvarpinum, tók Poulina sær av øllum á Kafé Tvørá. Men klaksvíkingurin Todi var ikki einsamallur kortini. Tvøramaðurin Einar Larsen, Einar tollarin kallaður, var eisini komin á gátt á Drelnesi at siga honum eina stuttliga søgu um abba hansara, sum Todi var uppkallaður eftir, men ongantíð hevði kent. Í trýatiárunum var gamli Todi Jónsson á Tvøroyri at læra til skómakara, har hann eisini spældi til dans sum hornblásari. Har gjørdi hann eitt kvøldið avtalu við gentu, um at hittast aftaná dansin, men gentan sveik hann. Tað er beinleiðis orsøkin til, at í dag er táverandi hornið hjá gamla Toda á Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavni.


Men høvið til hesa samrøðu tann 30. september '26 var mest Kafé Tvørá. Ongin hevði nakrantíð ímyndað sær, at tann navnframi Todi Jónsson búsettist á Tvøroyri at reka kaffi- og matstovu. Todi greiðir frá grundini til hetta. Tað byrjaði sum leitan eftir summarhúsi fyri 5-6 árum síðan. Hann kendi seg væl á Tvøroyri, sum so aftur leiddi til, at hann í samstarvi við Mortan Vang, stjóra í byggivinnuni, megnaði at stovna Kafé Tvørá, ið eisini hevur nógvan mat at selja fólki. Hann og Poulina hava havt opið í eina mánaða og lata sera væl at.

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
30-04-2026
Tú kanst hoyra alla útvarpssendingina her. Talan er um prát, skemt, og tónleik, sum Ingi Poulsen spældi og sang.
17-04-2026
Tær fóru runt landið við børnunum, sum róðu, og hugsaðu, at tær júst tað sama kundu manna ein bát. So tær gjørdu og rógva framvegis, meðan børnini eru givin.
16-04-2026
Ingi Poulsen spælir: 'Tá ið eg síggi teg', 'Gjógvará', 'Sama veg', 'Kostbar', 'Leynasand', og 'Onki við at venda við', harav onkur ikki hevur verið spældur alment fyrr.
16-04-2026
Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur ongantíð havt sínar føstu undirvísingarkarmar, men hetta skal verða øðrvísi í 2030. Arkitektakapping hevur verið um nýggjan skúla. MAP vann.
16-04-2026
Viberg Sørensen er av bestu frásøgumonnum. Hann vaks upp í Trongisvági og fór seinni út á Tvøroyri at búgva. Hann er fyrrverandi reiðarin, sum hevur greiðar meiningar.
16-04-2026
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023
SKEMT: Vit eru í Suðuroynni. Eitt tíðindafólk hjá KVF dyrgir eftir útsagnum og áskoðanum í tunnilsmálinum. Hvat heldur vanligi suðuroyingurin, skal Suðuroyartunnilin borast?
24-04-2023
Ein poppsangur um eitt óunniligt kærleikssamband.
24-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.
23-04-2023
19.4.23 Samrøðan viðgerð umstøðurnar hjá næmingunum á Heilsuskúlanum í Hovi, her hugsað verður um løn undir útbúgving og vantandi næmingaheim.
21-04-2023