- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo

Cecilia Jacobsen hevur alt sítt lív kent sín kropp, sum verandi øðrvísi, enn tað, sum hon veruliga er. Hon er tvørkynd og hevur havt svár barna- og ungdómsár við nógvari happing og kenslu av at vera øðrvísi.
Tá hon var 21 ára gomul, fór hon undir stóra og umfatandi viðgerð og skurðviðger. Í dag hevur hon so valt at vera opin um sítt lív og heldur vælvitjaðar fyrilestar og ráðgevur øðrum, sum lívfrøðilliga kenna sínn kropp "skeivan."
Hon velur tað jaliga til í gerandisdegnum og vil við síni lívssøgu vísa øðrum, at til ber at fáa gott lív, hóast happing og ágang.

Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge











