Credo

Credo: Fátt er sum faðir, onki sum móðir
26-03-2023
Svárt at missa mammu sína.

Anna Skýlindal er barnvaksin í Kollafirði saman við yngru systrini og eldra beiggjanum. Mamman gek heima og pápin silgdi úti í verðini. Tá Anna var tíggju ára gomul, fekk mamman bróstkrabba og átta mánaðar seinni var mamman deyð. Tá tosaði mann ikki um sorg og kenslur og sakn, so alt varð kvirt.

Pápin noyddist til arbeiðis aftur og systrarnar báðar fóru til hvør sína mostur at vera. Hóast tær hava havt sera nógv góð fólk rundanum seg, so er saknurin svárur eftir tí sum var.

Í sendingini hoyra vit brot úr søguni hjá teimum, sum Anna hevur skrivað til Beran. Í dag fegnast Anna um síni børn og ommubørn. Hon vil fegin geva teimum tann kærleika og umsorgan, sum mamman ikki slapp at geva.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

Vertur: Armgarð Arge

"Tú kanst biða, stuðla arbeiðinum ella fara út í heim"
17-05-2026
Tú ert tað tú gert.
10-05-2026
Eg má stríðast fyri at vinna mær heilsubót.
03-05-2026
Kærleikin bar av øllum.
26-04-2026
"Eg kendi tað, sum eg vaknaði".
19-04-2026
Rithøvundurin C.S.Lewis
12-04-2026
Gíslar hjá yvirgangsbólki.
22-03-2026
"Hetta er strævið, men eg royni at hjálpa, har eg kann".
07-09-2025
"Eg vil sleppa at vera hjá míni konu og børnunum".
31-08-2025
Lestrabók og "brochmandslestur"
18-12-2024
"Kom bara inn, eg skal ikki gráta".
29-11-2024