- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo

Annika Magnussen Gaard skrivaði undir guðfrøðislestrinum ritgerð í kirkjusøgu um prædikuna aftaná trúbótina, sæð í ljósinum av "Ars moriendi" siðvenjuni, sum merkir "kynstrið at doyggja".
Hetta er ein gomul siðvenja, ið er frá katólskari tíð, men Ars moriendi fann eisini sínar røtur í protestantismuni, tí Martin Luther skrivaði eina tílíka vegleiðing, sum hevur heitið :" En sermon om Beredelse til at dø". Í hesi vegleiðing, ið er skrivað sum ein prædika, viðgerð Luther, hvussu vit skula siga farvæl til tað verðsliga lívið, við at skapa sátt og semju, áðrenn deyðin kemur.

Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge