- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo

Jesper Brochmand varð føddur 1585 og doyði 1652. Hann var eitt vitugt barn og á ungum árum varð hann professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sæland biskupur og soleiðis eisini biskupur í Føroyum.
Hann skrivaði eina lestrabók, sum kom í allar kirkjur í Føroyum. Hesir lestrar vóru langir og drúgvir og fólk høvdu ilt við at halda seg vakin í kirkjuni.
Soleiðis kom hugtakið, sum enn er livandi í føroyska málinum at nakað "er sum ein brochmandslestur".
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá.

Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge