Credo

Credo: Jesper Brochmand
18-12-2024
Lestrabók og "brochmandslestur"

Jesper Brochmand varð føddur 1585 og doyði 1652. Hann var eitt vitugt barn og á ungum árum varð hann professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sæland biskupur og soleiðis eisini biskupur í Føroyum.

Hann skrivaði eina lestrabók, sum kom í allar kirkjur í Føroyum. Hesir lestrar vóru langir og drúgvir og fólk høvdu ilt við at halda seg vakin í kirkjuni.

Soleiðis kom hugtakið, sum enn er livandi í føroyska málinum at nakað "er sum ein brochmandslestur".

Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

Vertur: Armgarð Arge

"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Hon gjørdi tað, sum hon kundi".
28-05-2023
Duld eru døpur mein
19-03-2023
Har heimar umskarast.
05-03-2023
Kann tøgnin siga ella læra okkum nakað ?
26-02-2023
"Eg veit, at loysnari mín livir"
21-05-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023
Tá alt er farið, er bara bønin eftir.
30-04-2023
Hvat er og ger ein fongsulsprestur ?
16-04-2023
"Boðar tú til allar tjóðir"
06-04-2023
Svárt at missa mammu sína.
26-03-2023
"Boðar tú til allar tjóðir".
07-04-2023