- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo

Frid A. Hansen er norskur sálarfrøðingur. Hon sigur frá teirra arbeiði at varpa ljós á børnini, sum vaksa upp við einari mammu ella pápa, sum drekkur. Hetta skeiklar alt teirra lív og barnið fer at átaka sær skuld og royna at øllum alvi at fáa heimið í rættlag aftur, til tey so aftur eru full.
Soleiðis ganga børn í støðugum ampa og ótta.
Hetta fær álvarsligar avleiðingar fyri barnið og sæst aftur, tá barnið er eitt vaksið og tá við eitt fær post traumatiskt stress ella als ikki kennir síni egnu mørk, tí vaksin eru farin yvurum teirra mørk.
Slíkur socialur arvur skal broytast og tað hendir bert, um vit sum samfelag tosa um skeivleikan og ræðuleikan, at eitt barn hevur ein barndóm fullan av alkoholi og ótryggleika.
Alisa Hammer er fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi í Føroyum og hon sigur frá, hvussu tey arbeiða.

Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge