- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansival

Dansival - Pætur Djurhuus
08-01-2025
Elin Maria Olsen leggur til rættis
Gestur í dansivali er Pætur Djurhuus.
Pætur byrjaði at kvøða meðan hann gekk á miðnámi, og er nú formaður í dansifelagnum "Fótatraðk", sum kvøður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn.
Pætur hevur gjørt eitt forrit, sum hevur talt øll orðini í Føroya Kvæði, og vísir m.a. á unik orð í sendingini.
Vit hoyra:
Jøkils kvæði, Høgni Mohr skipar í Dansifelagnum í Havn
Gongurólvs kvæði, Jens Jacobsen skipar í Dansifelagnum í Havn
Brestis kvæði, Hargin Joensen skipar og Sumbingar kvøða
Syngesmeden fra Kristianshavn, Høgni Thomsen skipar og nólsoyingar kvøða.

Dansival
Kvæðasending í útvarpinum.
Hilmar er nólsoyingur, og vit fara nevniliga upp á gólv við teimum í hesi sendingini.
10-02-2026
Andreas er formaður í Tøkum Lætt. Vit tosa um dans og tiltøk, ið eru eftir hendan dansiveturin.
21-01-2026
Sum siðvenja er, so verður farið upp á gólv Trettanda. Jóhann Mortensen hevur lagt sendingina til rættis
06-01-2026
Vit tosa um Barnlek, sum verður í Finnlandi í summar.
06-01-2026
Farið verður upp á gólv annað jólakvøld. Sendingina gjørdi Jóhann Mortensen
26-12-2025
Akki er uppvaksin á Viðareiði, og er limur í Klaksvíkar dansifelag.
11-12-2025