- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansival

Herluf Gaard Joensen er gestur í Dansivali
17-01-2018
Vit hoyra Regin Smið, Eingimssynir og Ormin Langa
Herluf Gaard Joensen vaks upp við føroyskum dansi í Skopun. Pápin og pápabeiggjarnir vóru góðir kvøðarar. Herluf dansar regluliga í Dansifelag Kaggans og er góður skipari. Á eini fløguútgávu skipar Herluf Gaard Joensen Leivs kvæði. Og í eini sjónvarpsupptøku skipar hann Kong Sverke. <br/>
Í hesi sendingini skipar pápabeiggi Herlufs, Jógvan í Oyragarði, Regin Smið í Stígum Fast í Dali. Eisini fer Stígum Fast at kvøða Eingrímssynir, Jend Ludvig Johannesen, Jens Ludvig í Stórhúsi, skipar. At enda skipar Høgni Mohr Ormin Langa í Dansifelagnum í Havn.

Dansival
Kvæðasending í útvarpinum.
Vit práta við Tummas Løkja, Leiv Jacobsen, Jónleif Johannesen og nakrar gentur í Klaksvík
22-02-2023
Sonja kvøður við Dansifelagnum Látrinum á Eiði, har tey í ár hava Dronning Dagmar á skrá.
31-01-2023
Fróði hevur dansað í skúlanum og til føstulávint sum barn, men á vaksnamannaárum varð áhugin fyri føroyskum dansi kveiktur av nýggjum í dansifelagnum Fótatraðk í Keypmannahavn
30-12-2022