- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dylan 85

Meinhard Jensen leitar í triðja parti eftir góðum søgunum um Bob Dylan, nú Dylan fyllir 85 ár. Doru Tiberiu á Torvlaðnum er ættaður úr Rumenia, men hevur búð í Føroyum alt sítt vaksnamannalív. Sum ungur var Doru uppreistrarsinnaður og lurtaði eftir Radio Free Europe. Hetta gjørdi, at hann mátti rýma úr Rumenia við at svimja tvørtur um Donau. Afturat hesari hendin knýtir seg ein sera áhugaverd Bob Dylan-søga. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, ið var ungur í Flower Power tíðini , kemur eisini á gátt.

Dylan 85
Meinhard Jensen bjóðar fólki við áhuga og tilknýti til Bob Dylan í útvarpsstovuna at greiða frá og tosa um Bob Dylan í víðastu merking, nú mæti tónlistamaðurin fyllir 85 ár.
Meinhard Jensen leggur til rættis.