- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt korter við...

Páskaferian er av og hesa ferð hoyra vit nakrar rútmiskar sangir:
1. The Kings singers við sanginum Good Vibrations hjá The Beach Boys.
2. Svenska vokalbólkin Viba Femba við lagnum hjá Claes Janson Har du kvar din røda cykel.
3. Vokalbólkin Manhatten Transfer við Tuxedo Junction, sum Erskine Hawkins, Bill Johnson, og Julian Dash skrivaðu og við teksti av Buddy Feyne.
4. The Edwin Hawkins Singers við Oh happy day.

Eitt korter við...
«Eitt korter við…» er sending, har ein vertur hvønn týsdag, mikudag og hósdag klokkan 12-12.15 velur tónleik í tónleikastílum, ið ikki eru eins nógv at hoyra í útvarpinum og aðrir. Sendingin hevur skiftandi vertir, og málið er at skapa størri fjølbroytni í ljóðmyndini, at bjóða lurtaranum av og veita tónlistarligan íblástur.