- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt korter við...

Í hesi sending hoyra vit sangir, ið Tórshavnar manskór syngur. Kórið fyllir 40 ár, og hevur stórfingna konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin.
Tónleikaskrá
Prúða land - Tórshavnar manskór (Lag: Óla Jákup Hansen. Orð: Hans Andrias Djurhuus)
Poor man Lazrus - Tórshavnar Manskór (Lag: afroamerikanskur spiritual. Útseting: Jester Hairston. Solo: Andrias Reinert)
Island - Tórshavnar manskór
Ódn - Tórshavnar manskór (Orð: Janus Djurhuus. Lag: Jógvan Waagstein).
Razbjojnika blagorazoumnago - Tórshavnar manskór (Lag: Peter Dinev, útseting: Michael Deltchev. Solistur: Fróði Sandoy)
Deep river - Tórshavnar manskór (Spiritual)

Eitt korter við...
«Eitt korter við…» er sending, har ein vertur hvønn týsdag, mikudag og hósdag klokkan 12-12.15 velur tónleik í tónleikastílum, ið ikki eru eins nógv at hoyra í útvarpinum og aðrir. Sendingin hevur skiftandi vertir, og málið er at skapa størri fjølbroytni í ljóðmyndini, at bjóða lurtaranum av og veita tónlistarligan íblástur.