EM-tíðindi

Skotar skulu royna at koppa týska fótbóltsrisanum í sentanardystinum
14-06-2024
Klokkan átta í kvøld verður tann fyrsti av í alt 51 dystum í EM-endaspælinum í fótbólti bríkslaður í gongd. Henda komandi mánaðin fara tey 24 londini, at kappast

Setarnardysturin í Munchen í kvøld verður millum Týskland og Skotland. Spenningurin er í veruleikanum størri, enn flest øll geva sær far um. Týski fótbóltsrisin tykist hvokkin. Síðan glæsiliga HM-sigurin í Brasil í 2014, er stígur komin í. Gongdin hevur verið døpur tey seinnu árini. Í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018 snávaði Týskland longu í bólkaspælinum, og í seinasta EM-endaspælinum gekst lítið mætari. Í HM-endaspælinum í Katar í desember 2022 var týska landsliðið fyri eyðmýkjandi tapi móti Japan, og noyddist til húsa aftur longu eftir bólkaspælið. Skotar hava hinvegin góðan viðvind á vøllinum og hava sett dám á býarmyndina í Munchen fyrrapartin. Tiltikni kiltklæddi fjepparaskarin, nevndur Tartan Army, hevur hildið sær á gleimi í  Marienplatz í Munchen. 

EM-tíðindi

Í alt 24 lond eru við í stóra EM-endaspælinum í mansfótbólti í Týsklandi í summar. Kappingin er frá 14 juni til 14 juli.

Hvønn dag eftir tíðindini á døgurða frætta vit tað nýggjasta.

Suni Merkistein leggur til rættis.

 

Feskastu EM tíðindini
25-06-2024
Feskastu tíðindini frá EM 2024.
24-06-2024
Feskastu EM-tíðindini úr Týsklandi
22-06-2024
Feskastu EM tíðindini
21-06-2024
Feskastu EM tíðindini
20-06-2024
Feskastu EM-tíðindini
19-06-2024
Feskastu EM tíðindini
18-06-2024
Feskastu EM-tíðindini
17-06-2024
Feskastu EM tíðindini
16-06-2024
Feskastu EM tíðindini
15-06-2024
Klokkan átta í kvøld verður tann fyrsti av í alt 51 dystum í EM-endaspælinum í fótbólti bríkslaður í gongd. Henda komandi mánaðin fara tey 24 londini, at kappast
14-06-2024
  •