Etos

Etos: "Menniskju eru ikki tól"
24-10-2024
Sansalig sjúkrarøktarfrøði, sambært Kari Martinsen

Kari Martinsen er sjúkrarøktarfrøðingur, men eisini er hon doktari í heimsspeki og søgu. Og hon er professari emerita. Hon hevur skrivað ellivu bøkur.

Hennara aðalmál er tann sansaliga sjúkrarøktin. Hetta at alt ikki bara skal vera effektivt og ganga skjótt fyri seg, men at heilsustarvsfólk nýta sínar sansir, so tey merkja og kenna tann sjúka, so álit og trygg umsorgan kemur millum sjúkling og røktarstarvsfólk.

Skaldskapurin hja K. E. Løgstrup hevur havt stóran týdning fyri Kari Martinsen. Tað er Løgstrup, sum sigur, at vit hvønn dag hava lívið hjá hvørjum øðrum í okkara hondum.

"Nakað meiri enn..." er til í okkara tilveru, sigur Kari Martinsen. Nakað ævigt er felt í okkum, nakað gátukent, sum vit ikki megna at seta á ein frymil. Í samskiftinum millum sjúkling og viðgera, kann ljós skína innar og nakað hendir, sum hevur við sær, at heilsuverkið verður sunt og livandi.

Menniskju eru ikki tól, men livandi verur, sum hava sínar sansir at gáa og meta um, hvussu geri eg nú sum best ? Og aðalmálið er, at tú gloymir teg sjálvan í royndini at fáa sjúklingin at kenna seg tryggan.

Etos

Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum. Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
Sokrates tosaði um gylta millumvegin
17-05-2020
Betri at vera ónøgt menniskja enn nøgdur grísur?
10-05-2020
"Menniskjan hevur vit og skil, og hevur tí eitt egið virði," sigur Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi
03-05-2020
Eru normar feldir inn í heimin?
26-04-2020
Etos er nýggj sendirøð um etikk og etisk evni. Í dagsins sending viðgera vit tey etisku málini, sum daga undan, nú vit hava eina korona-umfarssótt
19-04-2020
  •