- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar

Boðanardagur Mariu - fimti sunnudagur í føstu
Fyrra tekstarøð Lukas kap.1,26-38.
Eingil boðar føðing Jesu
v26: Men í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Guði til eina bygd í Galileu, sum eitur Nasaret, v27: til eina jomfrú, ið var trúlovað einum manni, sum æt Jósef, av Dávids ætt; og navn jomfrúnnar var Maria. v28 Og eingilin kom inn hjá henni og segði: «Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!»] v29 Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. v30 Og eingilin segði við hana: «Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. v31 Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. v32 Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; v33 og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.» v34 Men Maria segði við eingilin: «Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?» v35 Og eingilin svaraði og segði við hana: «Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs. v36 Og sí, Elisabet, skyldkona tín, eisini hon ber son undir belti í elli síni, og hetta er nú hin sætti mánaður hjá henni, sum kallað var ein ófrukt. v37 Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig.» v38 Men Maria segði: «Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!» Og eingilin fór frá henni.
