- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar

Annar sunnudagur eftir tríeindardag.
Lukas evangelistur kap.14,16-24.
Stóra kvøldmáltíðin
v16: Men hann segði við hann: «Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum;
v17: og hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: «Komið, tí at nú er alt tilgjørt!»
v18: Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði: «Eg havi keypt nakra jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni; eg biði teg halda mær til góða!»
v19: Og annar segði: «Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!»
v20: Og uppaftur ein annar segði: «Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma.»
v21: Og húskallurin kom og segði harra sínum frá hesum. Tá varð húsbóndin vreiður og segði við húskallin: «Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðinum, og leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt.»
v22: Og húskallurin segði: «Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.»
v23: Tá segði húsbóndin við húskallin: «Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult.
v24: Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína.»
