Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 26. august 2023
26-08-2023
Theodor E. D.Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Hetta heilaga evangeliið til tólvta sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Markus evangelistur kap.7,31-37. 
Ein deyvur grøddur

v31: Og hann fór avstað aftur úr bygdarløgunum við Týrus og ferðaðist gjøgnum Sidon til vatnið í Galileu mitt gjøgnum bygdarløgini í Dekapolis. 
v32: Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala, og tey biðja hann um at leggja hondina á hann. 
v33: Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara. 
v34: Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: «Effata!» ? tað er: Opna teg! 
v35: Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið. 
v36: Og hann álegði teimum ikki at siga nøkrum frá, men tess meira hann álegði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá. 
v37: Og tey vóru heilt ovfarin av bilsni og søgdu: «Alt hevur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og málleys tala.»

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Eitt kirkjuár byrjar fyrsta sunnudag í advent og endar fyrsta sunnudag í advent árið eftir. Í kirkjuni eru tvær tekstaraðir, sum verða lisnar ávíkavist líka og ólíka árstal. Prestar í fólkakirkjuni skiftast um at lesa tekstin, hugleiða og seta hann í eitt høpi og enda við einum sangi ella sálmi.
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
08-03-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-03-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
22-02-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
08-02-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
01-02-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
25-01-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
18-01-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-01-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-01-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-12-2024