- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið til fjúrtanda sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Lukas evangelistur kap.17,11-19
Tíggju spitalskir menn
v11: Og tað hendi, meðan hann var á ferðini til Jerúsalem, at leið hansara lá mitt ímillum Sámáriu og Galileu.
v12: Og í tí hann skuldi fara inn í eina bygd, møttu honum tíggju spitalskir menn, sum stóðu langt burtur,
v13: og teir rópaðu hart og søgdu: «Jesus, meistari, miskunna okkum!»
v14: Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir: «Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!» Og tað bar so á, meðan teir fóru avstað, at teir vórðu reinsaðir.
v15: Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Guði við harðari rødd,
v16: og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum; og hann var ein Sámáriubúgvi.
v17: Men Jesus svaraði og segði: «Vórðu ikki teir tíggju reinsaðir? Hvar eru teir níggju?
v18: Var annars eingin, sum vendi aftur at geva Guði heiðurin uttan hesin fremmandi?»
v19: Og hann segði við hann: «Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!»
