- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið til seytjanda sunnudag eftir tríneindarddag, eftur fyrru tekstarøð, skrivar
Luk. 14,1-11.
Jesus grøðir vatnsjúkan mann ein hvíludag
v1: Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum.
v2: Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum.
v3: Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: «Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?»
v4: Men teir tagdu. Og hann nam við hann og lekti hann og læt hann fara avstað.
v5: Og hann tók til orða og segði við teir: «Hvør tykkara, sum eigur ein son ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?»
v6: Og teir vóru ikki førir fyri at geva honum svar upp á hetta.
Jesus talar um eyðmýkt og at gera vælgerðir uttan viðurlag
v7: Men hann segði eitt líknilsi til teirra, sum bodnir vóru, tá ið hann varð varur við, hvussu teir valdu sær teir ovastu sessirnar, og segði við teir:
v8: «Tá ið tú ert boðin av einumhvørjum í brúdleyp, tá set teg ikki í tann ovasta sessin, at ikki ein mætari enn tú skuldi verið boðin av honum;
v9: og tann, ið beyð tær og honum, skal koma og siga við teg: «Gev hesum sæti!» og tú tá við skomm skuldi komið at sita niðastur.
v10: Men tá ið tú ert boðin, tá far og set teg niðastan, fyri at tann, sum boðið tær hevur, má siga við teg, tá ið hann kemur: «Vinur mín, flyt teg hægri upp!» Tá skalt tú hava virðing hjá øllum teimum, sum sita til borðs saman við tær.
v11: Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.»
