- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltsprát

Baltic Cup: fólk eru líkaglað
10-06-2024
Vandi er í allari vælferð, og tað tykist eisini at raka FSF og Føroyska landsliðið hjá monnum, fólk byrja at "skíta á tað" - líkasælan er at hóma, og tað kann gerast tungt
Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen umrøða Baltic Cup og venjaraskiftið hjá B36

Fótbóltsprát
Sending, har vit skifta orð um føroyskan fótbólt.
Vertur er Tróndur Vatnhamar
Samráðingar fóru í gongd millum Eyðun, Atla og FSF, men sum skilst eru samráðingarnar millum Fótbóltssambandið og Atla Gregersen steðgaðar, fyribils, uttan úrslit.
10-02-2025
Hvør næsti landsliðsvenjarin er, eru menn aldeilis ikki á einum máli um, hitin nærkaðist kókipunktinum í dag tá viðmerkjarar vóru í verbalum hornatøkum
03-02-2025
Metmaðurin, álitið og aftasti skansin hjá HB og Føroyska landsliðnum, Teitur Matras Gestsson, takkar fyri seg
27-01-2025
Sonevnda solidaritets-puljan frá UEFA fer at økjast munandi og tað fer at merkjast í Føroyum. 18mio blíva pumpaðar inn, men hvat skulu tær brúkast til.
25-11-2024
Føroyska, fyribils, loysnin tykist at hava fingið glið á hart tiltrongdu jaligu umrøðuna av Føroyska landsliðnum.
18-11-2024
27. og seinasta umfar í Betri deildini bleiv leikt leygardagin, og spenningurin um hvør varveitti plássið í deildini helt sær til tað síðsta
28-10-2024
Oddbjørn Joensen, er eirindaleysur eftir javnleikin móti Lettlandi. FSF eigur alt fyri eitt at finna ein nýggjan venjara fyri Håkan Ericson
14-10-2024
Víkingur manglar bara at fá gullkrónurnar um hálsin og í botninum er stríðið framvegis sera spennandi
07-10-2024