- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag

Eftir Seinra heimsbardaga verða fleiri royndir gjørdar við flúgving millum Føroyar og útheimin, men kortini uttan at luft av álvara kemur undir veingirnar.
Men í 1961 vendur Lars Larsen sær til stjóran í Iceland Air - Ørn Jónsson, við fyrispurningi um nakar áhugi er fyri at flúgva til Føroyar, um flogvøllurin í Vágum gerst nýtiligur.
Svarið úr Íslandi er jaligt, og fyrsta úrslitið av hesum sambandi millum føroyingar og íslendarar er greitt á vestanstevnu í juli 1962, tá ið fólk kunnu fara eina rundflúgving yvir Føroyar við einum flogfari hjá Flogfelag Íslands. Og nógv fólk fara á flog á Vestanstevnu.
Stutt eftir flogferðirnar á vestanstevnu verður partafelagið Flogfelag Føroya stovnað við teirri ætlan at fáa í lag regluligt flogsamband við útheimin. Hetta eydnast eisini í sekstiárunum, og sum frálíður gerast flogførini í Vágum fleiri og fleiri eins og talið av ferðafólki, sum ferðast um flogvøllin.
Hetta hevur eisini avbjóðingar við sær fyri farleiðina um Vestmannasund. Í 1965 verður postbáturin Ólavur, sum varð bygdur í Vestmanna í 1930, skiftur út við norska ferðamannaskipið Bragd, í 1970 kemur nýggja bilferjan Sam á Vestmanna, og fimm ár seinri - í 1975, fær Alfred Olsen eina mest sum sama slag bilferju, ið er nakað størri og sum eisini eitur Sam.
Í sendingini hesuferð tosa vit við Sámal Jákup Olsen, ið er abbasonur Alfred Olsen, ið lat báðar Sam bilferjurnar byggja, Heina F. Petersen og Dánjal Poulsen, ið løgdu bókaverkið Vága aamferðslusøga úr hondum, og Sofus Jacobsen, sum sigldi sum skipari um Vestamannasund í eini 20 ár.
Tú kanst hoyra sendingina her!
