Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 35. sending
10-02-2022
Vit taka saman um 1970-árini og seta skjøtil á 1980-árini í samfelagshøpi og tá ið talan er um samferðslu

Stórar rembingar eru í Føroyum í 1980-árunum.
Á heysti 1980 slitnar landsstýrissamgongan millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, og eftir ársskiftið er nýggj borgarlig samgonga skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvsstýrisflokkin.
Og eins og áttatiárini byrja við samgongusliti, er endin á tíggjuaraskeiðnum hin sami, tí samgongan millum Fòlkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fòlkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk, sum tók við 18. januar 1989, slitnar eftir at hava sitið við valdið í góðar fimm mánaðar. Jógvan Sundstein, løgmaður, skipar nýggja samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin, men hendan verður heldur ikki langt lív lagað, tí hon slitnar longu 15. januar 1991.
Á tí meiri hugaliga bógnum kunnu nevnast, at tíggjuáraskeiðið byrjar við stóru CHM-kappingini í hondbólti, ið fer fram í Havn, Klaksvík og í Vági; Ove Joensen rør til Danmarkar; Sigurd Lamhauge rennur og svimur úr Suðuroy til Fugloyar; og tíggjuáraskeiðið endar við at Oyggjaleikirnir í 1989 verða hildnir í Føroyum.
Tað er eisini í 1980-árunum, at Norðurlandahúsið letur upp, Sjónvarp Føroya verður stovnað, vit fáa A-skattaskipanina, millumlandasiglingin hjá Smyrli verður einskild, Atlantic Airways fer á flog, og stóru íløgurnar í skipapakkarnar við farma-, kemikaliu- og svartkjaftaskipunum, ið fara at kosta landskassanum risastórar upphæddir, verða gjørdar.
Á samferðsluøkinum verður nýggj Terna bygd í 1980, og Dúgvan verður keypt í 1985 - sama árið, sum Leirvíkstunnilin verður tikin í nýtslu.
Tað er eisini í áttatiárunum, at Bygdaleiðir fara at koyra, farið verður undir regluliga tyrluflúgving til útoyggjarnar, og at eitt nú koyrandi verður til Múla, Kunoyar, eins og millum allar bygdarnir í Kalsoynnið.
Fólkatalið í Føroyum veksur eisini í áttatiárunum - við góðum 10,3 prosentum ella 4.486 fólkum - úr 43.287 í 1980 til 47.773 fólk í 1990.
Í sendingini hesuferð tosa vit við Hans Adrias Sølvará, dekan og professara í søgu, og Finnleif Durhuus, sum starvaðist sum leiðari á vegaumsitingardeildini hjá Landsverki í 33 ár. Eisini taka vit saman um tær mongu samferðsluútbyggingarnar, sum vórðu gjørdar í Føroyum í 1970-árunum.
Tú kanst hoyra sendingin her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.

Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021