Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 45. sending
05-05-2022
6. mai 1922 kom fyrsti bilurin til Føroyar, og hetta hátíðarhalda vit við at fáa søguna um fyrsta bilin, eins og nomið verður við hvussu bilurin hevur broytt samfelagið

Fyrsti bilurin í Føroyum var ein eitt tons Ford T lastbilur, sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen keyptu frá Wenzel Petersen og Vilhelmi Nielsen. Vit fara oman á Kongabrúnnað, har ið fyrsti bilurin kom á land í 1922, og har hitta vit Helga Jacobsen, sum júst hevur skrivað bókina Fyrsti bilurin í Føroyum 100 ár, nú 100 ár eru liðin, síðani fyrsti bilurin kom til landið.
Eisini hitta vit Firouz Gaini, professara í antropologi, ið eitt nú hevur gjørt eina ritgerð um ungdóms- og bilmentan. Og saman við Firouz Gaini verður hugleitt um eitt nú hvønn týdning, ið bilurin hevur havt í Føroyum.
Magnus Gunnarsson er bilentusiastur við stórum stavum og hevur fylgt væl við, tá ið talan er um bilar. Og saman við honum fara vit á ferð í føroysku bilasøguni farnu 100 árini.
Hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið hædd skal takast fyri bilinum í bygda- og býarmyndini eins og við bústaðin? Hesar og aðrar spurningar seta vit Alberti Isfeld, arkitekti, tá ið vit fara eina arkitektoniska snarferð, har ið bilurin fær høvuðsleiklutin.
Og seinast í sendingini er ein faktaboks, ið tekur samanum føroysku bilasøguna farnu 100 árini.
Sendingin kann hoyrast her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril kollvelti føroyska samfelagið
25-11-2021
Tveir hýruvognar vórðu tiknir á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík
18-11-2021
Norðskálatunnilin og Brúgvin um Streymin kollveltu føroyska samferðslukervið. Við nýggjum samrøðum og søguligum upptøkum verður hugleitt um týdningin av hesum sambandi
11-11-2021
Fyrst í 1970-árunum verður farleiðin um Leirvíksfjørð dagførd. Vit hugleiða um farleiðina, Ternuna, havnaløgini í Leirvík og í Klaksvík, og frætta um serligar hendingar
04-11-2021
Veturin 1973/74 verður Barsskor umbygdur munandi, Gertrud Joensen sigur okkum um ein dramatiska hending við Barsskor í Mikladali, og Per á Hædd lýsir umhvørvið á Stongunum
28-10-2021
Nógvar íløgur verða gjørdar í veganetið í 1970-árunum, vatnflogfar skal flúgva innanoyggja, og hetlendingar lata fýra bilferjur byggja á Tórshavnar Skipasmiðju
21-10-2021
Tvær nýggjar bilferjur verða bygdar til siglingina um Vestmannasund í 1970-árunum, hin fyrri Sam í 1970 og hin seinri í 1975
14-10-2021
Í 1970-árunum henda stórar útbyggingar á samferðsluøkinum. Men hetta er eisini eitt tíðarskeið við oljukreppu, útróðrarverkfalli, og einari rúsdrekkalóg, sum verður feld
07-10-2021
Edmund Joensen, Birgir Enni og Tummas Olsen siga frá, um tá ið Brúgvin um Streymin varð bygd, eins og vit hoyra søguligar upptøkur
30-09-2021
Tunlarnir norður um fjall skotnir ígjøgnum og alment tiknir í nýtslu
12-06-2021
Siglingin við bilum og fólki í Sundalagnum í 1960-árunum er bæði spennandi og fjølbroytt
05-06-2021
Mykines, Slættanes, heimabygdi Norðurstovubussurin, og valuta loyvi
29-05-2021