Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 48. sending
26-05-2022
Vegurin millum Skopun og Sand, gamla Esso pumpan í Trøðum á Sandi, og Skopunar havn

Vegurin millum Skopun og Sand við teymi til Traðir, ið er fyrsti koyrivegurin millum bygdir í Føroyum, varð gjørdur frá 1914 til 1916. Men hvør er søgan um vegin og hví gjørdist júst hesin vegurin fyrsti koyrivegurin millum bygdir í Føroyum? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Finnleif Durhuus, sum fór í starv hjá Landsverki í 1969.
Í Trøðum á Sandi stendur ein sera snøggur varði yvir føroyska samferðslusøgu, og tað er gamla Esso pumpan frá 1950-árunum. Vit tosa við Ásmund Johannesen, sum er ein teirra, ið tóku stig til at varðveita og gera pumpuna í stand.
Skopunar havn hevur eina bæði drúgva og serstaka søgu, samstundis sum hon kanska eisini er vakrasta havnin í Føroyum. Vit tosa við Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopunar kommunu, um havnina, eins og vit eisini hoyra brot úr áhugaverdari grein, sum Jens Marius Hentze skrivaði um Skopunar havn.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.

Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021