- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag

Í 1992 eru nýggju havnaløgini á Gomlurætt og úti í Hesti liðug, og á vári 1993 fer Tróndur at sigla av Gomlurætt. Vit tosa við Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopunar kommunu, um hvønn týdning hetta fekk fyri Sandoynna, um busskoyring í oynnið, og um umhvørvið á havnalagnum í Skopun. Eisini hoyra vit fleiri brot úr søgusavni kringvarpsins.
Í 1995 yvirtekur Landsverk raksturin av tyrlupallunum í Føroyum, og hetta umrøða vit saman við verkfrøðinginum Erik Joensen.
Og nomið verður eisini við hendingina, tá ið tyrlan, sum Faroe Airways Transport hevði leigað, datt niður undir seyðaraksturi norðuri í Haraldssundi í 1990.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag
Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.











