- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fram við landi

Hann sigur frá søgum og staðarnøvnum á drangum, rókum, gilum, nesum, fjøllum og bakkum og hendingum, sum knýta seg til teirra.
Jukim hevði stóran áhuga fyri søgu og slekt og slepti ongantíð eyðkenda svínoyarmálinum, hóast hann sigldi úti í fleiri ár og seinni búsettist í Havn.
Jukim lærdi fyrst til skipsførara og sigldi úti í nøkur ár, men flutti so heim og sigldi við "Reyða krossi", áðrenn hann tók upp starv sum landmátari á Matrikulstovuni. Hann giftist Elsebeth Sloan í Havn.
Jukim var sonur Elsebeth Malenu og Jógvan á Geilini í Svínoy. Jukim, sum eisini hevði sína dagligu gongd í Ebenezer, var einnevndur í Føroyum, uppkallaður eftir abbanum Jústines og ommuni Katrina Malena.

Fram við landi
Fram við landi er samling av sendingum við Niels Juel Arge, sum ferðaðist kring landið og runt oyggjar við staðkendum fólki.