- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíð og náttúra

Frítíð og náttúra var í juni ein ríðitúr saman við miðvinginum, Thomas Hans Gårdlykke, sum er reiðmaður, gamal røktingarmaður, sílafiskari og var vanur at fleyga lunda.
Vit, Thomas Hans, ríða úr Miðvági fram eftir Vørðunum í hesum fyrsta partinum. Thomas Hans greiðir frá støðum á vegnum, fjallagøtuni, ríðing í Vágum og øðrum náttúrfyribrigdum.
Hoydalsá er ein av teimum fýra stóru áunum í Havnini. Hon var ein góð sjósílaá, men hon hevur verið fyri bakkøstum, og í dag fiskar nærum eingin har, hon rennur á sjógv í Boðanesgjógv.
Vit ganga ein túr fram við ánni saman við Finni Lützen, lívfrøðingi og sílafiskara.

Frítíð og náttúra
Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.
Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.

