- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíð og náttúra

Fuglafrøðingurin, Jón Aldará, skrivaði serritgerð um kjógva, tá hann tók prógv sítt. Nú granskar hann kjógva og liður í hesi gransking er at ringmerkja pisuna. Frítíð og náttúra var saman við Jóni ein dagin, hann ringmerkti kjógvapisu norðanvert Akraberg.
Tá vit ferðast í føroysku náttúruni koma vit tíðum fram á jarðriv - erosjón - og nógvastaðni er svarðloysi. Frítíð og náttúra hevur verið ein túr í haga norðan fyri Havnina og vit dvølja við markið millum Hoyvíkshagan og Sundshagan.

Frítíð og náttúra
Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.
Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.

